Excel / pivot

10-02-2024
Nær
12. apríl 2024, kl. 9.00 - 12.00
Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.800 kr.
Seinasta freist 8. apríl, kl. 12.00
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
   
   
Lær at ganda við pivottabellum við stórum dátumongdum, og fá nógv meira at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi.

 

Lær at ganda við
teimum framkomnu funkunum í Excel. Nógv av okkum, sum arbeiða dagliga við Excel, duga at nýta forritið soleiðis nøkulunda. Vit duga at brúka Excel til tey vanligu tingini. Men vit vita at Excel hevur nógv fleiri møguleikar enn tað, vit vanliga arbeiða við. Vit vita eisini, at vit kunnu gera arbeiðið nógv skjótari og meiri effektivt.

  • Ert tú ein av teimum sum dugur tað grundleggjandi í Excel ?
  • Arbeiðir tú oftani við størri tabellum og størri mongdum av data?
  • Hevur tú hoyrt um Pivottabellir, men hevur tú kanska ikki ordiliga sett teg inn í, hvussu tær funka ?
  • Ella dugur tú eitt sindur at brúka Pivottabellir ? Men kennir tú teg eitt sindur – kanska for – trilvandi álíkavæl ?

So hevur tú møguleikan nú

Uppá ein fyrrapart, fært tú yvirblik yvir hvussu tú kanst brúka pivottabellir, so tú fært super gott yvirblikk yvir tínar tabellir og datamongdir. Tú kanst td. trekkja út nøkur ávís data og fáa alt rokna saman automatiskt, bara við at upprætta eina pivottabel.

Innihald
Tú lærir at

  • uppseta gott datagrundarlag fyri at gera Pivot tabel
  • upprætta Pivot tabel
  • nýta feltir og at placera í “Filter”, “Kolonner”, “Rækker” og Værdier
  • formatera í Pivottabel
  • sortera í Pivottabel
  • innseta diagram í Pivottabel
  • kopiera ark og arbeiða víðari útfrá áður upprættaðum grafi
  • uppseta % kolonnu í Pivottabel
  • broyta í keldufíluni og at endurskapa dátugrundarlagið
  • upprætta Dashboard og kopiera grafar
  • justera grafar í stødd og placering
  • gera “Udsnit” av dátamongdini og samantvinna við grafarnar
  • brúka hjálpina
Skeiðið er ætlað 
teimum, sum hava nýtt Excel í longri tíð, men ikki eru komin ordiliga í holt við at nýta tær sera hentu Pivottabellirnar. Tær eru sera hentar hjá tær, sum arbeiðir við stórum tabellum. Tøl, sum tú fyrr kundi brúka tímar, at “fiska” úr stórum tabellum, fara at taka tær nakrar fáar minuttir við Pivot.

Forkunnleiki og fortreyt 
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified