Sway
19-04-2023
Nær |
12. apríl 2023, kl. 9.00 - 12.00 |
Hvar |
1. hædd í Albert Hall
|
Kostnaður |
1.875 kr. |
Seinasta freist |
10. apríl 2023, kl. 12.00 |
Tekning |
Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi. |
Undirvísari |
Tóri Slættalíð |
|
|
Lær at brúka Sway til at gera bergtakandi framløgur og síður á netinum
Endamálið er
tú skjótt og lætt sjónliggera tín boðskap og tíni hugskot frá eini og hvørjari eind, so sum teldu, telefon og ipad.Við Sway fært tú gjørt eina flotta og samvirkna framløgu, sum er løtt at deila og leggja á ymiskar pallar. Sway egnar seg harafturat væl sum amboð til tíðindabrøv og marknaðarføring av ymiskum slag.
Innihald
Tú lærir
- hvussu Sway hongur saman
- at seta saman tekst, myndir, video og ljóð á ein lættan hátt
- at sniðgeva eitt Sway á ymiskan hátt
- at deila eitt Sway við telduposti, á sosialum miðlum ella á eini heimasíðu
Skeiðið er ætlað
teimum sum fáast við framløgur, menning av hugskotum, marknaðarføring, kunning o.a. og ynskja at fáa eitt amboð, sum er lætt at læra og brúka.
Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.