Rokningaverkgongd

19-02-2024
Nær 27. februar 2024, kl. 9.00 - 12.00
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.000 kr.
​Seinasta freist 26. februar, kl. 12.00
 
 

Endamálið er
at lýsa, hvussu Búskaparskipan landsins (BSL) er sett saman, millum annað munin á Fíggjarstýringarskipan landsins (FSL) og BSL. Verkgongdarskipanin verður gjøgnumgingin, og hugt verður at, hvussu kreditorrokningar verða viðgjørdar, og hvar í Leiðslukunningarskipanini ábyrgdarpersónar kunnu fylgja kreditorrokningum.

Innihald
Vit læra:

  • um bygnaðin í Búskaparskipan landsins
  • at kontera rokningar í Verkgongd
  • at stovna innanhýsis skjøl
  • at finna rokningar aftur í Leiðslukunningarskipanini


Skeiðið er ætlað
teimum, ið arbeiða við ognarabókhaldi, og øðrum, ið kundu hugsað sær eitt yvirlit yvir, hvussu Búskaparskipan landsins er sett saman.

Forkunnleiki
Tað er ein fyrimunur at vita um Kontuskipan landsins, og tað er neyðugt at hava grundleggjandi vitan um teld.​​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified