Roknskapargóðkenning

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
​Hvar í Fíggjarmálaráðnum, 2. hædd, Krónan                 
​Kostnaður Eftir avtalu


Endamálið er
at fáa fatan av, hvat roknskapargóðkenning fatar um, hvørji hjálpiskjøl eru tøk, og hvussu eitt roknskapareftirlit undirbyggir roknskapargóð-kenningina.

Innihald
Vit læra:

  • hvørjar formligar ásetingar eru um roknskapargóðkenning
  • hvørji skipan roknskapurin verður góðkendur í
  • hvat merkir hugtakið “ein rættur roknskapur”
  • hvat merkir “eg góðkenni roknskapin”
  • nær kann fyrivarni verða tikið, t.e. roknskapurin verður ikki góðkendur
  • hvar í Leiðslukunningarskipanini síggjast roknskapargóðkenningarnar
  • hvussu lønarbroytingar eru partur av góðkenningini


Skeiðið er ætlað
Skeiðið er yvirskipað og tí kunnu øll, sum hava við roknskapargóðkenning at gera, t.d. fólk í aðalráðunum, stonvsleiðarar og roknskaparfólk.

Forkunnleiki
Eingin.​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified