Leiðslukunning / samstørv

10-02-2024
Nær Ikki ásett
​Hvar á Gjaldstovuni, 1. hædd                        
​Kostnaður Eftir avtalu
​Seinasta freist Eingin

 

Í Leiðslukunningarskipanini er atgongd til allar týdningarmiklar upplýsingar úr skipanunum hjá Gjaldstovuni. Vit leggja stóran dent á at veita loysnir til øll stig í fyrisitingini, t.d. til makrobúskaparligar greiningar og til at stemma av serligar spurningar sum t.d. lønarkoyringar. Allar upplýsingar verða skrásettar á stovnsnummar, so tær eru meiri málrættaðar og tryggari. Í skipanini ber til at hava eftirlit við innanvirkis fíggjarætlan, t.d. liðað sundur á stað og endamál. Eisini ber til at fáa yvirlit yvir ognarar, skuldarar, kontu-avrit og at fáa talgildað skjal fram á skíggjan. Alt aftur til fyrstu skrásetingarnar í BSL.

Endamálið er
at geva grundleggjandi vitan um Leiðslukunningarskipanina og hvørjir møguleikar eru.


Innihald

  • innførsla í skipanina
  • møguleikar at vísa dátur og flyta út í rokniark
  • kontuavrit
  • fakturar
  • yvirlit yvir ognarar
  • yvirlit yvir skuldarar o.s.fr.
  • loysa uppgávur.

Skeiðið er ætlað

Stovnsleiðslum, teimum, ið arbeiða við fíggjarviður-skiftum og teimum, ið tørva gott yvirlit. Skeiðið er eisini ætlað teimum, ið dagliga skráseta í FSL-skipanini, t.d. verkgongdarskipanini, høvuðsbók og debitor.​

Forkunnleiki og fortreyt
Tað er fyrimunur at duga bygnaðin í almennu kontuskipanini. Harafturat skulu luttakarar vera brúkarar við atgongd til minst eitt stovnsnummar.​​​​​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified