Forms

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.700 kr. uttan mvg
​Seinasta freist Eingin
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
Undirvísari Tóri Slættalíð
   
   
Lær at gera kanningar, eftirmetingar, atkvøðugreiðslur, tekningarlistar o.a., og fá meira at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi.

 

Fá meira at vita um skeiðið á YouTube.

 

  • Hevur tú onkuntíð tørv á at savna upplýsingar frá øðrum ?
  • Eitt nú í samband við
    • onkra kanning
    • eina uppgávu
    • tekning til jólaborðhaldið, veitsluna, starvsfólkadagin ella
    • kanska okkurt heilt annað?

Tá kann Forms verða hent at duga.

Endamálið er
at gera einfaldar og víðkaðar greiningar av úrslitunum, við at nýta hagtalsyvirlitið í Forms ella Excel, við grundarlagi í upplýsingunum ið eru komnar inn. Forms er eitt sera snilt forrit, tá tað kemur til at savna upplýsingar, sum tú á ein einfaldan hátt kanst arbeiða við og deila.


Innihald
Tú lærir m.a.

  • at stovna og deila ymisk útfyllingar- og spurnarbløð, sum kunnu nýtast í nógvum ymiskum samanhangum
  • at gera ymisk sløg av spurningum, so tú fært júst tað vitanina, sum tú hevur brúk fyri
  • at tillaga spurnarbløðini, so svarini tú fært verða greinað eftir teimum svarum, sum koma inn
  • hvussu tú kanst greina svar sum koma inn bæði í Forms og í Excel at fáa yvirlit yvir PowerPoint

 


Skeiðið er ætlað
teimum, sum kunnu hugsa sær at duga at gera spurningarkanningar, eftirmetingar, atkvøðugreiðslur, tekningarlistar o.a.

Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified