Hvat kostar tað almenna

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
​Hvar á Gjaldstovuni, 1. hædd
​Kostnaður Eingin

Skeið fyri tíðindafólkum

Í skipanunum hjá Gjaldstovuni er ørgrynna av upplýsngum um tað almenna. Vit halda, at tað eru upplýsingar, sum hava áhuga hjá almenninginum og bjóða tí tíðindafólki á skeið fyri at vísa, hvar hendur fæst á hesum upplýsingunum.


Innihald
Talan er m.a. um at finna upplýsingar um

  • almennar játtanir og almennar roknskapir hjá landi og kommunum og søguligu gongdina síðani seinnu helvt av 90-árunum
  • kommunuskatt, m.a. at í 2014 rindaði hvør borgari á Eiði 41.808 kr. og hvør klaksvíkingur 60.211 kr.
  • útreiðslur til fólkaskúla, m.a. at í 2014 kostaði hvørt skúlabarn í havn 10.993 kr. og í Eysturkommunu kostaði tað 22.131 kr.
  • lønarhagtøl fyri landið, t.d. ársverk og miðallønir liðað á grein, kyn, sáttmála og aldursbýti, har tað m.a. sæst, at í 2014 forvunnu kvinnur í miðal 350.029 kr. og menn 418.655 kr.
  • gjaldføri og skatt
Talan er um upplýsingar, sum liggja á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni, www.gjaldstovan.fo og sum øll hava atgongd til.

Skeiðið er ætlað
tíðindafólkum​

Forkunnleiki og fortreyt
Eingin​​​​​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified