Skraddaraseymað skeið í fíggjarstýring

20-02-2020
Nær Eftir avtalu
​Kostnaður 1.500 kr./dag
​Seinasta freist Eingin

 

Til ber hjá stovnum at biðja um skraddaraseym​að skeið. Seinasta árið hevur Gjaldstovan havt fleiri skraddaraseymað skeið, serliga í bókhaldi og fíggjarstýring. Okkurt skeiðið hevur verið fyri einum stovni. Okkurt hevur verið fyri fleiri stovnum, og tá er tað stovnar, sum eru ógvuliga líkir.

Undirvísingarskráin er gjørd í samráði við stovnarnar, sum hava biðið um skeiðið. Royndirnar við slíkum skeiðum hava verið ógvuliga góðar.

Prísurin fyri hesi skeið verður avtalaður í hvørjum einstøkum føri.

Evnini eru lýst undir Bókhald og Fíggjarstýring í skeiðsyvirlitinum.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269