Kommunala millumrokningarskipanin

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
​Hvar á Gjaldstovuni, 1. hædd
​Kostnaður Eingin

​​
Allar flytingar millum kommunur, kommunu og samstarv ella millum sam-størv skulu fara umvegis kommunalu millumrokningarskipanina. Flytingin kann verða skrásett sum eitt útgjald. Tann parturin, sum skal rinda, skrá-setur tað. Flytingin kann eisini verða skrásett sum eitt krav. Tá skrásetur tann parturin, sum skal hava peningin, og so leysgevur tann parturin, sum skal rinda.

Innihald

  • kunning í skipanina
  • skráseta útgjald
  • broyta útgjald
  • skráseta krav
  • broyta krav
  • avvísa krav
  • yvirlit yvir komandi inngjøld
  • kontuavrit


Skeiðið er ætlað
Starvsfólkum í kommunum og kommunalum samstørvum, sum skráseta og leysgeva gjøld og krøv í kommunalu millumrokningarskipanini.​

Forkunnleiki og fortreyt
Neyðugt er at vera stovnaður sum brúkari í kommunalu millumrokningarskipanini.​​​​​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified