At skipa innanhýsis eftirlit

14-06-2023
Nær Eftir avtalu
​Hvar ​Eftir avtalu              
​Kostnaður Eftir avtalu
​Seinasta freist Eingin​​​


Endamálið er

at eftir skeiðið, so hevur skeiðsfólkið amboð at brúka at enda mánaðar-roknskapin á nøktandi hátt. Sagt á annan hátt, tey, sum arbeiða við mánaðarroknskapinum, kunnu siga, at vit hava gjørt arbeiðið fullgott. Vit hugsa eisini, at tey, sum arbeiða við roknskapi, kunnu skapa samstarv við aðrar stovnar og fólk á Gjaldstovuni.

Innihald
Greitt verður m.a. frá

  • formliga regluverkinum  og ásetingum hesum viðvíkjandi
  • hvar liggja serligar avbjóðingar og  frá spurningum við ársenda
  • hvørjar afturvendandi spurningar setir grannskoðanin
  • hvar eru serligar avbjóðingar í samstarvinum við stovnar
  • hvat skjalprógv (kekklistar) skal liggja við mánaðarenda og ársenda
  • hvussu stuðla skipanirnar hjá Gjaldstovuni uppundir mánaðarenda
  • hevur stovnur serskipanir, hvussu tryggjað ein rættan roknskap
  • høvi verður at viðgera spurningar og vit vilja gjarna hoyra um góðar partsloysnir, sum aðrir stovnar hava


Skeiðið er ætlað
fram um alt teimum, sum hava ábyrgdina av roknskapinum á smáum og miðalstórum stovnum.

Fortreyt
Roknskaparøkið skal formliga verða tillutað teimum, sum koma á skeiðið og at tey skulu hava formliga heimild at seta mannagongdir í verk.​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified