Teams

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.700 kr. uttan mvg
​Seinasta freist Eingin
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
   
   
Lær at brúka Teams eisini til annað enn videofundir

 

Undir koronu varð Teams sera nógv brúkt til videofundir.

Teams kann tó eisini brúkast sum eitt meiri umfatandi arbeiðstól, og tað var upprunaliga ætlanin. Teams ger tað lætt at samskipa verkætlanir við starvsfelagar. Til ber at deila og broyta fílur, samskriva, samskifta umvegis kjatt og video og deila skerm.

Teams kann síggjast sum ein innanhýsis og meira praktisk útgáva av Outlook. Outlook er gott til uttanhýsis samskifti, meðan Teams er betri til innanhýsis samskifti.

Teams leggur seg sostatt serliga eftir at vera ein góður miðil til samskifti millum starvsfólk, og sum ger tað lætt at arbeiða saman í bólkum, deildum og toymum. Teams kann samanberast við bólkar á Facebook, ið verður brúkt til privata nýtslu.

Tí er Teams eitt kærkomið trygt tól hjá øllum, sum hava tørv á og hug til at skipa sítt samskifti í bólkum sum á Facebook. Í Teams kunnu tit kjatta, hava skjøl, samrøður, online fundir og nógv annað á einum stað.

Endamálið er
at gera tað lætt at samstarva og at deila vitan við onnur á einum stovni, deild, toymi og tvørturum stovnar og aðrar eindir.

 
Innihald
Tú lærir

  • hvat Teams er ?
  • um bygnaðin
  • at umsita Teams og kanalir
  • um samrøður millum Teams limir
  • Samskriving í somu skjølum
  • at deila filur við tey í toyminum og uttanfyri toymið
  • um samanspælið við SharePoint
  • um OneNote
  • um fílur frá Teams í stifinnaranum
  • um Teams fundir og kjatt
  • um stillingar
  • um leitimøguleikar
  • um goymifunkur
Skeiðið er ætlað
teimum, sum skulu brúka Teams.

Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified