Planner

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.700 kr. uttan mvg
​Seinasta freist Eingin
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
   
   
Hevur tú eina verkætlan, lítla ella stóra ? Eru fleiri fólk, ið arbeiða saman og hava brúk fyri at hava yvirlit, yvir hvørjar avtalur tit hava, um hvør ger hvat ? So er Planner eitt sera hent og einfalt til at stýra og bólka uppgávur eftir tørvi, og síggja hvørjar uppgávur, bæði egnar og hjá øðrum, eru loystar og hvørjar eru eftir, og um er onkur uppgáva, tú eigur at halda serligt eyga við.

 

Fá meira at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi.

 

Endamálið er
at læra at brúka Planner til at stýra uppgávum. Planner er ein einføld onlineskipan, sum riggar væl bæði til teldu, teldil og á telefonini. Planner arbeiðir saman við Outlook, Teams og øðrum Microsoft skipanum og er partur av Office 365 for Business haldinum.

 
Innihald
Tú lærir

  • at stovna eina ætlan (plan)
  • at skipa eitt samstarv við fleiri fólkum
  • at tilluta uppgávur
  • at taka hagtøl út
  • at brúka Planner saman við Teams o.a.
  • at filtrera uppgávur so tú skjótt sær
    • hvørjar uppgávur tú hevur
    • hvørjar uppgávur onnur hava
    • um onkur hevur fingið ov nógvar uppgávur
    • hvørjar uppgávur hava mest skund
  • at seta deadlines
  • at deila fílur
  • at kjatta
  • at brúka grafisk yvirlit

Skeiðið er ætlað
teimum, ið hava nógvar bóltar í luftini í senn. Tú arbeiðir í einum toymi, har tit hava felags mál í sambandi við eina ella fleiri verkætlanir. Tú ert kanska leiðari, skrivari ella vanligur luttakari í einum toymi og vil hava betri yvirlit yvir uppgávurnar, so eingin uppgáva verður gloymd. Hevur tú gloymt at gera eina lítla uppgávu, so kann ein heil verkætlan fara fyri skeyti.

 

Tú kann koma einsamøll/ur á skeið. Eru tit sannførd, ella næstan, um, at tit skulu brúka Planner, verður viðmælt at í minsta lagi 2 - 3 í einum toymi koma á skeið at læra Planner frá grundini. Tað besta er, at øll í einum toymi, koma á skeið. Vilja tit tað, eru tit vælkomin at biðja um eitt óbindandi tilboð.

Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified