Høvuðsbók / FIGS

08-09-2022
Nær Eftir avtalu, kl. 9.00 - 14.00
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.500 kr.
​Seinasta freist Eingin
   
   

Endamálið er
at læra at skráseta o.t. í Høvuðsbók og FIGS (Felags Inngjaldingarskipanin). Tað ber til at gera ymsar skrásetingar í FIGS, sum ikki bera til í Høvuðsbók. Í FIGS ber t.d. til at lesa inn bankarørslur frá bankakervinum (Elektron) í so nevndar PI fílur, soleiðis at bókhaldarin fær bankabókingina prekonteraða, men bert skal gera mótbóking til bankan.

Innihald
Vit læra:

  • um hvussu partsskipanirnar í FSL skipanini hanga saman
  • at skráseta journalir (t.d. kassauppgerð)
  • at knýta skjøl í journalir
  • at skriva út journalir
  • at dagføra (bóka) journalir
  • at broyta tíðarskeið á journal
  • at afturføra journal
  • um ymsar viðkomandi roknskaparvegleiðingar og
  • vit royna at skráseta sjálv

  • at fyrispyrja um kontur
  • at fyrispyrja um journalir
  • skriva út kontuúrrit, rakstrarroknskap, fíggjarstøðu og játtanarroknskap
  • um ymsar viðkomandi roknskaparvegleiðingar og
  • vit loysa uppgávur


Skeiðið er ætlað
teimum, sum røkja høvuðsbókhaldið, bóka peningastovnskontur o.t. á stovninum

Forkunnleiki
At vita um bókhaldsligu grundhugtøkini. Tað er ein fyritreyt at hava verið á skeiði í Kontuskipan landsins ella at kunna vísa á samsvarandi førleikar. Neyðugt er at hava grundleggjandi vitan um teld.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified