Outlook / tær snildu funkurnar

12-02-2024
Nær 02. mai 2024, kl. 9.00 - 12.00
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
Kostnaður 1.700 kr. uttan mvg
​Seinasta freist 26. apríl, kl. 12.00
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
   
   
Lær at brúka snildu funkurnar í Outlook. Fá meira at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi.

 

Endamálið er
at læra allar tær nýggju og smørtu funkurnar í Outlook. Funkur, sum eisini royndir brúkarar ikki vita eru til. Aftaná skeiðið kanst tú brúka Outlook í størri mun til at hjálpa tær við at stýra tínum teldupostum og uppgávum, so einki dettur burturímillum.


Innihald
Tú lærir

  • at fáa skil á og yvirlit yvir teldubrøv, sum tú manglar at svara
  • at gera fleiri undirskriftir, alt eftir hvønn tú skrivar til - á føroyskum, donskum, enskum - og lættliga at skifta ímillum
  • Um fløgg og bólkar - ein sera snildur møguleiki at stýra øllum teldupostum og uppgávum, so eingin dettur burturímillum. Lær hvussu tú kanst brúka hesar funkur úrslitagott
  • at stovna kontaktpersónar og bólkar
  • um nýggju funkuna "Hurtige dele"
  • at leggja ymiskan autotekst inn, so tú sleppur undan at skriva somu boð 100 ferðir’
  • at ‘automatisera’ teldubrøv við funkuni "regler"
  • brúka leitifunkuna snildari​
  • o.a.

Skeiðið er ætlað 
teimum, sum vilja læra nýggju og snildu funkurnar í Outlook.

Forkunnleiki og fortreyt 
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified