Kassauppgerð og tøkur peningur

10-02-2024
Nær Eftir avtalu, 2 tímar
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður Eftir avtalu
​Seinasta freist Eingin​​​
 
 

Endamálið er
at læra formligu reglurnar fyri at umsita gjaldføri; at læra at fylla út kassauppgerðarskjalið EK 25, t.d. eisini at tryggja, at ”kassin” stemmar.

Innihald
Vit læra:

  • um tær formligu reglur, sum eru galdandi fyri at umsita tøkan pening
  • hvat er ein kassauppgerð
  • hvussu kassauppgerðarskjalið EK 25 verður brúkt, við ymiskum excel-modellum
  • hvørji skjøl skulu verða løgd við kassauppgerðarskjali
  • hvussu verður ”kassin” stemmaður av:
    • við uppteljing/kontuavriti
    • við bókhaldi


Skeiðið er ætlað
teimum, ið arbeiða við gjaldføri, antin í bókhaldinum ella í kassafunkuni.

Forkunnleiki
Tað er ein fortreyt at vita um tey grundleggjandi bókhaldsligu hugtøkini, og tað er ein fyrimunur at kenna Kontuskipan landsins.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified