Nær | Eftir avtalu, 3 tímar |
Hvar | 1. hædd í Albert Hall |
Kostnaður | 1.700 kr. uttan mvg |
Seinasta freist | Eingin |
Tekning | Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi. |
Undir koronu varð Teams sera nógv brúkt til videofundir.
Teams kann tó eisini brúkast sum eitt meiri umfatandi arbeiðstól, og tað var upprunaliga ætlanin. Teams ger tað lætt at samskipa verkætlanir við starvsfelagar. Til ber at deila og broyta fílur, samskriva, samskifta umvegis kjatt og video og deila skerm.
Teams kann síggjast sum ein innanhýsis og meira praktisk útgáva av Outlook. Outlook er gott til uttanhýsis samskifti, meðan Teams er betri til innanhýsis samskifti.
Teams leggur seg sostatt serliga eftir at vera ein góður miðil til samskifti millum starvsfólk, og sum ger tað lætt at arbeiða saman í bólkum, deildum og toymum. Teams kann samanberast við bólkar á Facebook, ið verður brúkt til privata nýtslu.
Tí er Teams eitt kærkomið trygt tól hjá øllum, sum hava tørv á og hug til at skipa sítt samskifti í bólkum sum á Facebook. Í Teams kunnu tit kjatta, hava skjøl, samrøður, online fundir og nógv annað á einum stað.
Innihald
Tú lærir
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269