Nær | Eftir avtalu |
Hvar | 1. hædd í Albert Hall |
Kostnaður | 2.240 kr. uttan mvg |
Seinasta freist | Eingin |
Tekning | Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi. |
Undirvísari | Tóri Slættalíð |
Fá meira at vita um skeiðið á YouTube og á heimasíðuni hjá Synergi.
Hvat er munurin ímillum SharePoint og OneDrive, nær skal tú goyma í OneDrive, og nær er betri at brúka SharePoint ?
Tað er ikki so løgið, at nógv ivast í hvat er hvat, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 og bæði hava dátugoymslu í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta.
SharePoint er ein sera góður pallur til at savna ymisk sløg av tilfarið, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi. Tú kann lættliga gera ymiskar síður, sum vísa júst tað, sum tit hava brúk fyri at nýta.
Við OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar, ið bara tú skal hava atgongd til, á einum tryggum stað í skýnum. Tú hevur altíð atgongd til tilfarið, og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office skjølum, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269