OneNote
23-02-2026
| Nær |
Eftir avtalu |
| Hvar |
1. hædd í Albert Hall |
| Kostnaður |
Eftir avtalu |
| Seinasta freist |
Eftir avtalu |
| Tekning |
Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi |
| Undirvísari |
- |
| |
|
Endamálið er
at læra hvussu OneNote kann verða brúkt til at halda stýr á viðmerkingum, hugskotum og øðrum hugsandi tilfari. Hevur tú ofta nógvar bóltar í luftini, er borðið og teldan hjá tær fylt við gulum seðlum, og vaknar tú um náttina, tí tú hevur gloymt at skriva okkurt niður ? So er OneNote eitt sera gott amboð til tín at skipa og halda stýr á øllum hesum við tíni talgildu lummabók.
Innihald
Tú lærir
- at skipa OneNote til tín tørv
- at nýta OneNote sum dagligt amboð á telduni og snildfonini, har tú goymir hugskot og viðmerkingar
- at goyma teldubrøv saman við viðkomandi tilfari t.d. í sambandi við verkætlanir, ráðleggingar o.a.
- at goyma tilfar á netinum í OneNote
- at deila tilfar so fleiri kunnu arbeiða saman
Skeiðið er ætlað
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.
Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.