Excel / víðkað

30-06-2025
Nær 24. og 25. november 2025, kl. 9.00 - 15.00 báðar dagarnar
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 3.680 kr. uttan mvg
Seinasta freist 14. november 2025, kl. 12.00
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi
   
   
Lær at brúka Excel frá grundini, og fá nógv meira at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi.

 

Endamálið er
læra at brúka tær meiri framkomnu funkurnar í Excel. Funkur sum faktiskt ikki eru so torførar at læra. Serliga er tað gott at hava tveir dagar og ein góðan undirvísara, sum vil kunna læra teg at brúka tær framkomnu funkurnar uppá tann lætta mátan.


Innihald
Tú lærir

  • at vísa og laga eftir
  • um navn á puntum, formateringar
  • um funktiónir (fx)
  • um fíggjarfunkur
  • um tær snildu pivottabellirnar
  • um scenarie og simuleringar, hvat-nú-um...
  • um professionel diagramm
  • um nýtslu av makro'um
  • um listar og databasur
  • um konsolidering
  • at stovna og brúka skabelónir í tínum arbeiði
  • at leggja leinkjur inn frá Excel til Word
  • at seta t.d. diagramm frá Excel inn í eina PowerPoint framløgu

Skeiðið er ætlað 
teimum, sum hava nýtt Excel í longri tíð, men ikki eru komin ordiliga í holt við at nýta tær meiri framkomnu funkurnar í Excel. Funkur sum eru SERA hentar at duga.

Forkunnleiki og fortreyt 
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified