Frálæruhølið

10-02-2025

Skeiðini, sum verða hildin, eru næstan øll telduskeið, og flestu av teimum eru í frálæruhølinum í Kvíggjartúni 1, Albert Hall, sum er væl útgjørt.

Á 1. hædd er frálæruhøli við 12 teldum tøkar umframt ein telda til undirvísarar við stórskermi og whiteboardtalvu. Windows stýriskipan og teldur og skermar eru frá 2024.

Døgurði er at fáa í kantinuni og drekkamunnur fyrrapart og seinnapart.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified