Leiðslukunning / búskett

19-02-2024
Nær 27. februar 2024, kl. 13.00 - 15.00
​Hvar á Gjaldstovuni, 1. hædd                        
​Kostnaður 500 kr.
​Seinasta freist 26. februar, kl. 12.00


Endamálið er
at læra handverkið at leggja eina fíggjarætlan inn í búskettpartin av Leiðslukunningarskipanini. Arbeitt verður í trimum dimensiónum, har tíðin eisini verður roknað sum ein dimensión.

Innihald
Tosað verður í høvuðsheitum um, á hvørjum stigi tað er hóskandi at búsketta og um rullandi búskett. Undirvíst verður í virknaðinum í skipanini. Av tí at tað kann vera fløkjaligt at arbeiða í fleiri dimensiónum, so verður undirvíst eftir einum føstum leisti fyrst at gera yvirskipaða búskettið út frá eini dimensión, síðan at liða tað út á næstu dimensiónina t.d. standard-kontur. Síðst verður búskettið býtt út á mánaðir. Arbeitt verður fyrst við einum grundarbúsketti. Broytingar til grundarbúskettið verða handfarnar í skipanini (vit kunnu kalla tað búskettversiónir), og víst verður, hvussu hesir virknaðir virka. Standardbúskettini í skipanini eru á Strk og stað. Eykadimensiónirnar eru endamál, verkætlan, verkevni og art.

Skeiðið er ætlað
fram um alt stovnum, sum arbeiða við búskettum. Tínæst er skeiðið ætlað roknskaparstarvsfólkum, sum hava ábyrgdina av at viðlíkahalda búskett.

Forkunnleiki og fortreyt
Ábyrgdarøkið skal verða tillutað og upprættað. Neyðugt er at duga at brúka Leiðslukunningarskipanina.​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified