Leiðslukunning / samstørv
10-02-2024
Nær |
Ikki ásett |
Hvar |
á Gjaldstovuni, 1. hædd |
Kostnaður |
Eftir avtalu |
Í Leiðslukunningarskipanini er atgongd til allar týdningarmiklar upplýsingar úr skipanunum hjá Gjaldstovuni. Vit leggja stóran dent á at veita loysnir til øll stig í fyrisitingini, t.d. til makrobúskaparligar greiningar og til at stemma av serligar spurningar sum t.d. lønarkoyringar. Allar upplýsingar verða skrásettar á stovnsnummar, so tær eru meiri málrættaðar og tryggari. Í skipanini ber til at hava eftirlit við innanvirkis fíggjarætlan, t.d. liðað sundur á stað og endamál. Eisini ber til at fáa yvirlit yvir ognarar, skuldarar, kontu-avrit og at fáa talgildað skjal fram á skíggjan. Alt aftur til fyrstu skrásetingarnar í BSL.
Endamálið erat geva grundleggjandi vitan um Leiðslukunningarskipanina og hvørjir møguleikar eru.
Innihald
- innførsla í skipanina
- møguleikar at vísa dátur og flyta út í rokniark
- kontuavrit
- fakturar
- yvirlit yvir ognarar
- yvirlit yvir skuldarar o.s.fr.
- loysa uppgávur.
Skeiðið er ætlaðStovnsleiðslum, teimum, ið arbeiða við fíggjarviður-skiftum og teimum, ið tørva gott yvirlit. Skeiðið er eisini ætlað teimum, ið dagliga skráseta í FSL-skipanini, t.d. verkgongdarskipanini, høvuðsbók og debitor.
Forkunnleiki og fortreytTað er fyrimunur at duga bygnaðin í almennu kontuskipanini. Harafturat skulu luttakarar vera brúkarar við atgongd til minst eitt stovnsnummar.