Bóking millum stovnar

21-08-2025
Nær 11. september 2025, kl. 13.00 - 15.00
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 500 kr.
​Seinasta freist 10. september 2025, kl. 12.00
   
   

Endamálið er
at læra at senda øðrum stovnum útgjøld og krøv. Sum í flest øllum skipanum hjá Gjaldstovuni, so skal vera ein skrásetari og ein leysgevari á hvørjum stovni. Skrásetarin kann skráseta útgjøld ella krøv, sum skulu sendast øðrum stovnum. Leysgevarin skal leysgeva útgjøld til aðrar stovnar. Skrásetarin góðkennir eisini krøv, sum koma frá øðrum stovnum og leysgevarin skal leysgeva tey.

Bóking millum stovnar (BMS) skal bert verða brúkt til flytingar millum stovnar, sum ikki eru av realbúskaparligum slagi, t.e. flytingar á standardroknskaparkontu 7110 og 7610. So skal ikki vera flytingar, sum eru beinleiðis útreiðsla fyri løn, vøru, tænastu, løgu, almenna veiting og rentu. 

Vanliga er talan um eina ”ikki búskaparliga flyting”, tá ið pengarnir liggja í einum øðrum kassa, enn har útreiðslan verður hildin. T.d. felags tænastur, sum fleiri stovnar eru um, har tann eini stovnurin rindar útreiðsluna, og hinir stovnarnir endurrinda teirra part av útreiðsluni.
Talan kann ikki vera um at flyta játtan. At flyta játtan, kann bara Løgtingið gera.

Vegleiðing.til skipanina BMS, vegleiðing um hvat BMS eigur at verða brúkt til.

Innihald
Vit læra:

  • at skráseta krøv
  • at góðkenna krøv frá øðrum stovnum
  • at leysgeva krøv frá øðrum stovnum
  • at skráseta útgjøld
  • at leysgeva útgjøld
  • at góðkenna inngjøld


Skeiðið er ætlað
teimum, sum røkja høvuðsbókhaldið o.t. á stovninum

Forkunnleiki
At vita um bókhaldsligu grundhugtøkini. Tað er ein fyritreyt at hava verið á skeiði í Kontuskipan landsins ella at kunna vísa á samsvarandi førleikar. Neyðugt er at hava grundleggjandi vitan um teld.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified