KT trygd

Vit hava skipað KT trygd sum eitt virkisøki burturav fyrst og fremst fyri at tryggja skipanirnar undir Fíggjarmálaráðnum.

Hetta merkir fyri stovnarnar, at dátur í Búskaparskipan landsins og í Landsneti (grundtænastur) eru undir skipaðum trygdararbeiði.

Tá ið ræður um fakskipanir í Landsneti, so ræður Gjaldstovan bara yvir tí parti av trygdini, sum fevnir um sjálvt undirstøðukervið. Hin parturin liggur hjá stovninum. Gjaldstovan hevur sum mál næstu tíðina eisini at lyfta tann partin av trygdini, sum liggur eftir hjá stovninum, á nøktandi stig. Hetta fer fram eftir skipaðari tilgongd við stovnarnar.

Meira alment so kunnu stovnarnir brúka tilfar og arbeiðshættir, sum Gjaldstovan hevur ment, t.d.:

  • dátuflokkingar
  • tænastusáttmálar
  • tilbúgving

Gjaldstovan bjóðar eisini stovnunum skeið innan trygdarøkið.

Eftir avtalu hjálpir Gjaldstovan at gera váðagreining.

Vit halda viðlíka vegleiðingina Leiðreglur fyri brúkarar, sum stovnarnir kunnu brúka og BSL brúkaraváttanina.

Stovnarnir kunnu brúka SLA leistin, sum Gjaldstovan hevur ment saman við Formula og Elektron til aðrar uppgávur.

 

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified