Búskaparskipan landsins

Fíggjarmálaráðið bjóðar øllum almennum stovnum eina búskaparskipan, sum skal vera karmur um at ráðleggja, stýra og hava eftirlit við virksemi stovnsins. Skipanin verður kallað Búskaparskipan landsins. Fíggjarmálaráðið rindar fyri skipanina, og skal stovnurin sostatt einki rinda fyri hesa tænastu.

Búskaparskipan landsins er sentral skipan við sentralari installatión og sentralari umsiting, har stovnarnir innan rættiliga víðar karmar kunnu fáa eftirlíkað síni krøv um t.d. innanvirkis kontuskipan, hvussu rokningar skulu síggja út og integratión av egnum forskipanum.

Áðrenn ein stovnur verður tikin við í loysnina, skulu fleiri uppsetingar gerast í skipanini, sjálvandi alt eftir, hvørjar tænastur stovnurin skal hava.

Stovnurin kann brúka hesar tænastur:

  • portal við øllum skipanum og einum 'at avgreiða' lista
  • høvuðsbókhald
  • kreditor og rokningaverkgongd
  • inngjaldingarskipan til at handfara bankaflytingar og avstemmingar
  • debitor til at handfara krøv og inngjaldingar
  • lønarskipan og lønarfyrispyrjingarskipan
  • leiðslukunning
  • búskettskipan
  • roknskapargóðkenningarskipan

Vit bjóða eina skipan

  • sum er opin alt samdøgrið, tó verður brúkarasupport bara veitt í dagtímunum.
  • har tú kanst rita teg inn á allar loysnirnar hjá Gjaldstovuni við eini innritan.
  • sum hevur høgt krav til atgeingi, soleiðis at hendir eitt ella annað í rakstrarumhvørvinum, so skal skipanin koyra aftur, sum einki var hent.
  • har tað er tilbúgving. Hendir okkurt álvarsligt, so verða sett í verk tiltøk.
  • har vit fylgja trygdarkrøvum, sum verða sett til slíkar loysnir. Skipanin verður grannskoðað av eksternum grannskoðara, og kunnu stovnarnir fáa grannskoðaraváttan.
  • har tað verða brúkt nógv orka at halda loysnirnar dagførdar, og sleppa stovnarnir undan tungum kostnaðarmiklum dagføringum.
  • sum hevur fleiri markamót, so serskipanir kunnu verða integreraðar við BSL, t.d. Vaktætlan og skattaskipanin.
  • har vit veita brúkarasupport, vegleiða um at nýta skipanina og handfara systemtekniskar spurningar og feilir.
  • har vit kunnu veita serligar loysnir til stovnarnar sum serligar skermmyndir, uppsetingar og útskriftir.

Við bjóða eisini loysnir, sum hava meira avmarkaðan brúkaraskara sum:

  • Vegskattakipan at umsita vegskatt
  • Skipan til fíggjarlógararbeiði
  • Skúlaforskipan, sum Gjaldstovan rekur eftir avtalu við Mentamálaráðið
  • Billing til Landsnet

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified