KT Landsins

KT Landsins er deild hjá Gjaldstovni, sum hevur til uppgávu at veita almennum stovnum KT tænastur og samskipan av KT á yvirskipaðum stigi, so tað almenna fær munadyggar KT loysnir.

Tænasturnar hjá KT Landsins verða nevndar undir felagsheitunum Landsnet og BSL.

  • Landsnet tænasturnar fevna um hýsing og rakstur av servarum og netverkum, uppseting og atgongd til grundleggjandi forrit á brúkarateldum, og KT support til brúkarar. Í dag eru um 40 stovnar og 1.700 brúkarar partur av Landsnet tænastuni.
  • BSL tænasturnar fevna um menning, viðlíkahald og rakstur av BSL skipanini, og support til brúkarar.
  • Samskipanin av KT fevnir um ráðgeving í KT spurningum, luttøku í yvirskipaðum og tvørgangandi verkætlanum, standardisering av politikkum og mannagongdum, og gerð av yvirskipaðum strategium fyri KT økið hjá landinum.

Til ber at fara á síðuna hjá Landsneti við at trýsta á leinkið KT Landsins á høgra bredda á forsíðuni.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified