Landsins roknskaparverk

Gjaldstovan samskipar landsins roknskaparhald og hevur sentralan leiklut í hesum sambandi. 

Sentrali leikluturin er at hava yvirskipaðu ábyrgdina av konsernbókhaldinum “landið”, at skapa eina effektiva roknskaparumsiting og at skapa fyritreytir fyri einum røttum roknskapi.

Vit

  • umsita stovnsnummur, sum er lyklin til allar atgongdir og til at brúka pengar úr landskassanum
  • upprætta stamdátur, t.d. kreditorar og roknskaparkontur
  • reka og viðlíkahalda almennu kontuskipanina
  • seta krøv til elektróniskar rokningar, t.d. standardar og um tøkni
  • goyma øll digital roknskaparskjøl fyri stovnarnar
  • ráðgeva ráðum og stovnum í roknskaparspurningum
  • innlesa roknskapardátur úr desentralum búskaparloysnum, t.d. frá stovnum og bankum
  • innlesa bankaflytingar, er stovnurin tilmeldaður GS
  • cleara millum stovnar, t.d. tá ið millumroknað verður millum stovnar, ella tá sentralu partsskipanirnar undir BSL verða brúktar
  • lyfta av inngangandi MVG
  • halda skil á støðlaðum løgujáttanum
  • umsita rokningaverkgongd fyri konsernina landið og stovnarnar
  • veita fleiri sertænastur, umsitur stovnurin debitorar í BSL
  • stýra digitalu rokningini, tá ið ein stovnur sendir rokning til annan almennan stovn
  • gera hópin av avstemmingum, sum stovnarnir ikki nýtast at hugsa um, t.d. bankar, systemkontur og lønarskipan
  • taka BSL í nýtslu saman við stovnunum og seta dagføringar og nýggjar funktiónir í verk
  • seta upp prekonteringar av standardiseraðum hendingum á bankkontuúrritinum, t.d. løn og rentu
  • seta upp prekonteringar av standardiseraðum veitingum, t.d. telefon og vegskatti


Gjaldstovan samskipar eisini landsins lønarbókhald og hevur sentralan leiklut í hesum sambandi. Lønarskipanin er karmur um meira enn 2 mia kr. um árið. Við lønarskipanini sleppa stovnarnir undan at hugsa um nýggjar hættir at rokna lønir, at víðarimenna skipanina, at seta í verk loysnir, sum verða framdar politiskt og at testa nýggjar og broyttar funkur. Alt hetta tekur Gjaldstovan sær av.

Vit

  • leggja inn lønarsáttmálar og stamdátur og eftirkanna hetta
  • gera eftirreguleringar sambært sáttmála og tryggja, at hetta er og verður roknskaparliga rætt viðgjørt
  • halda skil á frítíðarløn og ískoyti
  • tryggja at samskiftið við roknskaparskipanina og aðrar skipanir er rætt
  • stemma av við internar skipanir
  • stemma av við eksternar skipanir, so sum skattaskipanina, AMEG, ALS og barsilsskipanina
  • fráboða upplýsingar til tryggingarfeløg í sambandi við frammanundan skatting av pensiónum
  • senda út lønarseðlar
  • viðlíkahalda markamót við aðrar loysnir, so sum Vaktætlan og Skúlaforskipan

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified