Roknskapur

Gjaldstovan skipar fyri, at gjørdir verða mánaðarroknskapir fyri landið. Mánaðarroknskapirnir verða gjørdir í roknskaparskipanini hjá Gjaldstovuni, og eru øll roknskapartølini atkomulig í Leiðslukunningarskipanini.

Sum grundarlag undir at gera mánaðarroknskap, so rekur Gjaldstovan eina, kunnu vit siga góðskustýringarskipan, Roknskapargóðkenningarskipanin (stytt RGS). Stovnarnir kanna og góðkenna mánaðarliga týdningarmikil viðurskifti. Hetta fyri at tryggja so rættan roknskap sum til ber. Tað eru mentar nakrar tænastur í RGS, sum kunnu betra roknskapargóðkenningina, t.d. beinleiðis at bora frá RGS til Leiðslukunningarskipanina, framskriva búskett, broytingar í lønum í inniverandi tíðarskeiði. Roknskaparleiðarin á Gjaldstovuni kann gera serligar viðmerkingar í skipanini til ávísar postar og viðurskifti, sum stovnarnir skulu taka støðu til.

Tá ið roknskaparárið er lokið, samskipa vit arbeiðið at gera endaliga landsroknskapin og at fáa neyðugar upplýsingar til vega. Tað er Fíggjarmálaráðið, sum leggur roknskapin fyri tingið.

Gjaldstovan veitir kommununum tænastuna at lesa inn kommunuroknskapartøl í sentrala skrá við serligari kommunukontuætlan. Í innlesingini, verða gjørdar serligar valideringar, sum at tað, sum er avroknað frá landi í kommunuavrokingini, eisini sæst aftur í mánaðarroknskapinum.

Vit veita eisini møguleikan, at kommunurnar kunnu útskriva kommunuroknskapin úr skipanini.

Gjaldstovan viðlíkaheldur kommunalu kontuskipanina.

Ætlanin er at víðka hesa tænastu til eisini at fata um at innlesa roknskaparupplýsingar frá almennum virksemi, sum ikki er á fíggjarlóg, t.d. grunnum.

Gjaldstovan umsitur kommunalu kontuskipanina. Fíggjarmálaráðið umsitur kontustrongin til at seta upp kommunalu fíggjarlógina.

Sí eisini meira undir partinum Leiðslukunning.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified