Leiðslukunning

Vit hava ein politikk um, at upplýsingar úr skipanunum hjá Gjaldstovuni ikki liggja longri burtur enn 5 sekund! Ella sagt øðrvísi, at tú skalt hava her og nú atgongd til allar týdningarmiklar upplýsingar. Tú skalt ikki hava KT fólk at hjálpa tær ella gera serligar fyrispurningar og tað skal ganga skjótt.

Vit leggja stóran dent á at veita loysnir til øll stig í fyrisitingini. T.d. skulu upplýsingar skipast so, at tær kunnu brúkast til makroøkonomiskar greiningar og til at stemma av serligar spurningar sum t.d. lønarkoyringar.

Allar upplýsingar innan leiðslukunningarøkið verða skrásettar á stovnsnummar, so vit kunnu gera leiðslukunningina meiri málrættaða og trygga. Á henda hátt vísir skipanin tær bara tínar upplýsingar og eingin annar enn tú og tey, sum stovnsleiðarin hevur góðkent, fáa atgongd til upplýsingarnar.

Tað er lógarkrav, at til allar bókingar skal vera knýtt eitt skjal og okkara mál er, at stovnurin altíð skal kunna bora seg niður á skjalið.

Dømi um upplýsingar, sum tú fært innan leiðslukunningarøkið:

  • almenna roknskapin (land og kommunur)
  • árs- og mánaðarroknskapir
  • játtanardetaljur á fíggjarlóg og fíggjarlógartilgongd
  • innanhýsis búskett og broytingar
  • roknskaparskrásetingar liðaðar út á øll lið í kontustreinginum
  • ymisk hald, t.d. telefoni, adsl, landsnet
  • lønir sum bókhaldspostar
  • lønarstaklutir at tryggja rættar lønir
  • lønir liðaðar á kyn, aldur, miðalløn, sáttmála, bústað, lønarsløg
  • rokningar, veitarar, status og hvørjar hendur ein rokning er farin um
  • krøv og gjaldingar
  • upprunavirði og avskrivingar av anleggum
  • góðkenningardetaljur í sambandi við mánaðarroknskapir
  • dagligar upplýsingar um innistandandi í peningastovunum fyri allar stovnar og peningastovnskontur
  • serlig inntøkuyvirlit fyri land og kommunur

Vit hava ment serligar vísingar fyri kommunur:

  • árs- og mánaðarroknskapir fyri egna kommunu og aðrar kommunur
  • rørslur á kommunalu millumrokningini, t.e. hvørjar upphæddir eru í kommunalu millumrokningini hetta skeiðið
  • hvat er útistandandi í skatti hjá kommununi, t.e. skattaslag og skattaár
  • hvat skal kommunan avseta í skatti
  • samanberingartøl millum kommunur, t.e. at ymsir postar í roknskapinum verða liðaðir út eftir demografiskum hagtølum

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269