Skúlaforskipanin

Skúlaforskipanin er ein skipan at umsita lønar- og setanarviðurskifti hjá fólkaskúlalærarum. Hon er samskiftisamboð millum skúla, Mentamálaráðið og lønarumsitingina á Gjaldstovuni og er ein forskipan til lønarskipanina.

Endamál við skipanini er:

  • at boða frá um setan
  • amboð til at umsita virksemis- og heildarætlanir í skúlunum og í Mentamálaráðnum
  • at flyta upplýsingar um vikartímar, fráverur, setanir o.a. beinleiðis frá skúlum til Mentamálaráðið
  • at fylgja upp ætlanum og nýtslu, bæði í skúlum og í Mentamálaráðnum
  • at skapa grundarlag fyri hagtølum


Skipanin broytt til WEB-loysn

Í 2010 var ábyrgdin fyri skipanini flutt frá Mentamálaráðnum til Gjaldstovuna. Gjaldstovan hevur gjørt av at umleggja skipanina til eina WEB-loysn, tí tað var vorðið ov tungt og kostnaðarmikið at umsita gomlu loysnina.

At skipanin er ein WEB-loysn merkir eisini, at samband fæst við hana umvegis alnetið. Neyðugt er ikki at leggja hana á telduna. Brúkarin skal tó vera skrásettur sum brúkari í skipanini og hava fingið loyniorð.

Brúkaraumsiting og atgongd
Brúkaraumsitingin er á Gjaldstovuni, á deildini Búskaparskipan Landsins. Eru ivamál um atgongd, ber til at seta seg í samband við:

Hilmar Augustinussen á tel. 212261, hilmar augustinussen gjaldstovan.fo ella Høgna Poulsen á tel. 214980, hogni gjaldstovan.fo

Nýggjar og broyttar funkur
Nakrar nýggjar funkur eru í broyttu útgávuni. Til ber m.a. at viðhefta skjal. Tá ið setan verður fráboðað, kann prógvið verða viðheft. Eisini ber til at viðhefta skjal, tá ið fríloyvi verður fráboðað.

Í virksemisætlanini, sum er frígivin, síggjast nú bara teir teigar, ið eru útfyltir. Hevur lærari t.d. ikki bókasavnstímar, sæst tann teigurin ikki. Tá ið virksemisætlanin verður frígivin, sæst lønargrundarlagið av sær sjálvum. Í gomlu skipanini var neyðugt at biðja um rapport.

Verður virksemisætlanin broytt í árinum, sæst bæði verandi tíðarskeið og tíðarskeiðini, sum farin eru í hesum skúlaárinum. Tíðarskeiðini standa lið um lið í virksemisætlanini.

Brúkaravegleiðing er at finna undir hjálp í Skúlaforskipanini.

Eru ivamál um skipanina sjálva og funkurnar í henni, ber til at seta seg í samband við lønardeildina á Gjaldstovuni Rakul Dam á tel. 352415, rakul gjaldstovan.fo

Eru spurningar um tímajáttan o.l., er tað Mentamálaráðið, sum skúlin skal venda sær til.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified