KT Skivan

​KT Skivan er supporteindin hjá KT Landsins og er opin kl. 8.00 - 16.00 gerandisdagar, fríggjadag tó til kl. 15.00. Starvsfólk svara á tlf.: 35 24 90. Um bráðfeingishjálp er neyðug uttanfyri arbeiðstíð, ber til at verða umstillaður til alarmtelefonina.

 

​ Telefon Fjarsupport KT skivan @
 35 24 90  TeamViewer  Helpdesk  ktskivan@gjaldstovan.fo
 

Tað er týdningarmikið, at atgeingið til on-line tænasturnar í Landsnet, m.a. net-mappur og teldupost, er tøkt hjá øllum brúkarum í vanligari arbeiðstíð [1].  

Hetta er eisini galdandi uttan fyri vanliga arbeiðstíð, t.v.s. í úrtíð, men í hesum tíðarskeiði kann brúkarin ikki vænta sama tænastustig í sambandi við feilrættingar. Nýtslutíðin á 99% er tó bæði galdandi í vanligari arbeiðstíð og í úrtíð.

 

Vanlig arbeiðstíð 

​ Dagar Tíðarskeið Reaktiónstíðir [2]
 mán - frí  08:00 - 17:00  ¼ tími​
 mán - frí  17:00 - 22:00  ½ tími​
 ley  09:00 - 14:00  ¼ tími​


Úrtíð

​ Dagar Tíðarskeið Reaktiónstíðir 
 mán - frí  22:00 - 08:00  1 tími​
 ley - mán  14:00 - 08:00  1 tími​

 

[1]  Vanlig arbeiðstíð er at skilja sum tíðarskeiðið, tá Landsnet kann væntast at verða brúkt við fullum funktionaliteti og vanligum tænastustøði, og tá flest samstundisbrúkarar brúka Landsnet.

[2] Talan er um mest loyvdu tíðina frá ein fráboðan við raðfesting 1 (kritisk) verður móttikin í KT Skivuni, til arbeiðið við at loysa trupulleikan er farið í gongd.

Allar fráboðanir um feilir og trupulleikar skulu beinast til KT Skivuna. KT Skivan raðfestir trupulleikar eftir hesum uppbýti:

 

​ Raðfesting Frágreiðing
 (1) Høg Allir brúkarar á stovninum eru forðaðir atgongd til kritiskar Landsnettænastur, tvs., at KT undirstøðukervið ikki er tøkt fyri hesar brúkarar, ella at funkur sum eru kritiskar fyri virksemið á stovninum ikki er tøkt og harvið ávirkar framleiðsluna munandi í kritiskum støðum, t.d. í sambandi við serligar freistir so sum fíggjarlógararbeiði. Farið verður beinanvegin í gongd (sí reaktiónstíðir omanfyri) við at loysa trupulleikan, og arbeitt verður uttan íhald til uppgávan er loyst. Miðað verður eftir, at trupulleikin verður loystur innan 1 tíma í vanligari arbeiðstíð.
 (2) Miðal Ein stórur bólkur av brúkarum hjá stovninum hava ikki atgongd til partar av Landsnettænastunum, tvs., at KT skipanirnar ikki eru tøkar fyri ávísar brúkarar/bólkar av brúkarum. Farið verður beinanvegin í gongd (sí reaktiónstíðir omanfyri) við at loysa trupulleikan. Miðað verður eftir, at trupulleikin verður loystur innan 1 dag.
 (3) Lág Ávísir brúkarar ella ein minni bólkur av brúkarum eru forðaðir atgongd til partar av Landsnet-tænastunum, tvs., at KT skipanirnar ikki eru tøkar fyri hesar brúkarar, ella minni feilur/trupulleiki, sum ikki forðar skipanarrakstrinum, t.d. vantandi skjalfesting, eitt lítið broytingarynski ella ein prentarafeilur. Farið verður skjótast gjørligt í gongd við at loysa trupulleikan. Miðað verður eftir, at trupulleikin verður loystur innan 1 viku.

 

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified