SharePoint

SharePoint er ein tænasta, sum er íroknað grundtænastuna, t.e. at stovnurin ikki hevur nakrar útreiðslur av at seta hetta í verk. Eitt mánaðargjald fyri nýtslu av Sharepoint er ásett til at vera 50 kr. pr. brúkara.

SharePoint er ein web-loysn, har brúkarar kunnu deila dokumentir, arbeiða í toymum í sambandi við verkætlanum, geva út tíðindi og stovna felags kalendara, og tilrættisleggja SharePoint eftir tørvinum hjá júst tí stovninum.

KT Landsins veitir ein grundpakka, har hardware, lisensir og uppsetan eru íroknað og ráðgevur og supportar í sambandi við at fáa gongd á nýtsluna. Um kundin hevur serlig ynski til t.d. snið, skal hetta keypast frá øðrum veitara í samráð við KT Landsins.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified