Bókhald, løn og gjaldingar

Umframt at hava ein yvirorðnaðan konsernleiklut, so bóka ella skráseta vit eisini heilt ella partvíst eftir boðum frá stovnunum. Tænastustigið kann vera ymist. Er talan um ein lítlan stovn, so kann Gjaldstovan skráseta alt fyri stovnin, ella er talan um eina uppgávu, sum hevur lítið endurtøkueyðkenni, so skrásetur Gjaldstovan bara hetta fyri stovnin. T.d. skrásetingar í debitor og anlegg. Hóast at Gjaldstovan skrásetur fyri stovnin, so ber stovnsleiðarin ábyrgdina av, at skrásetingarnar eru í lagi.

Vit

  • Høvuðsbók: at bóka kassauppgerðir og peningastovnskontur
  • Debitor: at upprætta krøv og taka móti inngjaldingum
  • Kreditor: at skráseta afturvendandi gjaldingar t.d. at leggja inn húsaleigur, rokningar frá SEV
  • Kreditor: t.d. at leggja inn studningar
  • Anlegg: at skráseta anlegg fyri stovnarnar
  • Løn: at skráseta lønir og gjalda út lønir eftir lønargjaldsupplýsingum frá stovnunum. Hetta gera vit fyri okkurt um helmingin av almennu stovnunum


Tað verða brutto goldnar okkurt um 1,4 mia. kr. av gjaldingum frá landi til kommunur og tað fara okkurt um 0,4 mia. kr. frá kommunum til land. T.v.s. hvørt ár verða netto goldnar kontant okkurt um 1 mia. kr. til kommunurnar. Gjaldstovan heldur skil á hesum pengastreymi.

Avroknað verður mánaðarliga.

Sum grundarlag undir avrokningini, fær kommunan eitt útgreinað kontuavrit, sum er greinað eftir, hvat slag av inntøku og útreiðslu talan er um, og hvør avrokningin er hesa ferð.

Til kommunurnar verður fluttur m.a. kommunuskattur og frá kommununum m.a. kommunanna partur av rentustuðli.

Í kommunuavrokningini liggja t.d. eisini aðrar tænastur, sum at Gjaldstovan flytur pengar beinleiðis til kreditorar hjá kommununum, t.d. lánikreditorar.

Taka okkum vanliga av eini ella fleiri av hesum uppgávum

Gjaldstovan hevur um hendi allar inn- og útgjaldingar landskassans og skal ætla um gjaldførið í fíggjarárinum.

Til at umsita útgjaldingar landskassans eru mentar tvær loysnir. Útgjaldsskipanin og Bektflytingarskipanin. Útgjaldsskipanin tekur imóti gjaldingum frá ymiskum fakskipanum og sendir tær víðari til Bektflytingarskipanina, hvørs endamál er at validera og avgreiða hesar víðari til peningastovnarnar.

Útgjaldsskipanin hjá landinum er almenni “bankin” hjá stovnunum.

  • liggja inni við gjaldføri,
  • skula tingast við peningastovnarnar um rentutreytir og
  • gera bankaavstemmingar.


Alt hetta  taka vit okkum av.

Stovnarnir sleppa undan at hava krevjandi umsiting við heimabanka, sum hvørki kann tryggja óbrotna ella afturlatna transaktiónsslóð.

Loysnin við útgjaldsskipanini merkir, at eingin sleppur framat útgjaldstransaktiónini frá tí, at móðirskipanin sleppur gjaldingini til hon er í peningastovni. Hetta í sær sjálvum gevur stóra trygd.

Tað vanliga er, at stovnarnir flyta ókeypis gjøgnum útgjaldsskipanina, tí Fíggjarmálaráðið heldur kostnaðin av hesum parti.

Tá ið borgarar, virki og stovnar hava spurningar til gjaldingar, so veitir Gjaldstovan eina First Level tænastu, so stovnar sleppa undan at svara nógvum fyrispurningum.

Fyri landið merkir henda tænasta, at landið kann effektivisera umsitingina av gjaldføri á einum staði.

Gjaldið kann verða avvíst, tí t.d. p-tal ella konta ikki finst. Um so er, er ein serlig skipan og mannagongd, sum tryggjar, at gjaldið verður avgreitt og broytingar í hesum sambandi verða skjalfestar, so transaktiónsslóðin verður ikki brotin.

Tað er gjørd serlig eftirlitsskipan fyri teir stovnar, sum hava egna forskipan til útgjaldsskipanina. Hetta stuðlar undir tey eftirlit, sum stovnurin eigur at hava á hesum øki.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified