Vit hava ein politikk um, at upplýsingar úr skipanunum hjá Gjaldstovuni ikki liggja longri burtur enn 5 sekund! Ella sagt øðrvísi, at tú skalt hava her og nú atgongd til allar týdningarmiklar upplýsingar. Tú skalt ikki hava KT fólk at hjálpa tær ella gera serligar fyrispurningar og tað skal ganga skjótt.
Vit leggja stóran dent á at veita loysnir til øll stig í fyrisitingini. T.d. skulu upplýsingar skipast so, at tær kunnu brúkast til makroøkonomiskar greiningar og til at stemma av serligar spurningar sum t.d. lønarkoyringar.
Allar upplýsingar innan leiðslukunningarøkið verða skrásettar á stovnsnummar, so vit kunnu gera leiðslukunningina meiri málrættaða og trygga. Á henda hátt vísir skipanin tær bara tínar upplýsingar og eingin annar enn tú og tey, sum stovnsleiðarin hevur góðkent, fáa atgongd til upplýsingarnar.
Tað er lógarkrav, at til allar bókingar skal vera knýtt eitt skjal og okkara mál er, at stovnurin altíð skal kunna bora seg niður á skjalið.
Dømi um upplýsingar, sum tú fært innan leiðslukunningarøkið:
Vit hava ment serligar vísingar fyri kommunur:
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269