Landsins roknskaparverk
Gjaldstovan samskipar landsins roknskaparhald og hevur sentralan leiklut í hesum sambandi.
Sentrali leikluturin er at hava yvirskipaðu ábyrgdina av konsernbókhaldinum “landið”, at skapa eina effektiva roknskaparumsiting og at skapa fyritreytir fyri einum røttum roknskapi.
Vit
- umsita stovnsnummur, sum er lyklin til allar atgongdir og til at brúka pengar úr landskassanum
- upprætta stamdátur, t.d. kreditorar og roknskaparkontur
- reka og viðlíkahalda almennu kontuskipanina
- seta krøv til elektróniskar rokningar, t.d. standardar og um tøkni
- goyma øll digital roknskaparskjøl fyri stovnarnar
- ráðgeva ráðum og stovnum í roknskaparspurningum
- innlesa roknskapardátur úr desentralum búskaparloysnum, t.d. frá stovnum og bankum
- innlesa bankaflytingar, er stovnurin tilmeldaður GS
- cleara millum stovnar, t.d. tá ið millumroknað verður millum stovnar, ella tá sentralu partsskipanirnar undir BSL verða brúktar
- lyfta av inngangandi MVG
- halda skil á støðlaðum løgujáttanum
- umsita rokningaverkgongd fyri konsernina landið og stovnarnar
- veita fleiri sertænastur, umsitur stovnurin debitorar í BSL
- stýra digitalu rokningini, tá ið ein stovnur sendir rokning til annan almennan stovn
- gera hópin av avstemmingum, sum stovnarnir ikki nýtast at hugsa um, t.d. bankar, systemkontur og lønarskipan
- taka BSL í nýtslu saman við stovnunum og seta dagføringar og nýggjar funktiónir í verk
- seta upp prekonteringar av standardiseraðum hendingum á bankkontuúrritinum, t.d. løn og rentu
- seta upp prekonteringar av standardiseraðum veitingum, t.d. telefon og vegskatti
Gjaldstovan samskipar eisini landsins lønarbókhald og hevur sentralan leiklut í hesum sambandi. Lønarskipanin er karmur um meira enn 2 mia kr. um árið. Við lønarskipanini sleppa stovnarnir undan at hugsa um nýggjar hættir at rokna lønir, at víðarimenna skipanina, at seta í verk loysnir, sum verða framdar politiskt og at testa nýggjar og broyttar funkur. Alt hetta tekur Gjaldstovan sær av.
Vit
- leggja inn lønarsáttmálar og stamdátur og eftirkanna hetta
- gera eftirreguleringar sambært sáttmála og tryggja, at hetta er og verður roknskaparliga rætt viðgjørt
- halda skil á frítíðarløn og ískoyti
- tryggja at samskiftið við roknskaparskipanina og aðrar skipanir er rætt
- stemma av við internar skipanir
- stemma av við eksternar skipanir, so sum skattaskipanina, AMEG, ALS og barsilsskipanina
- fráboða upplýsingar til tryggingarfeløg í sambandi við frammanundan skatting av pensiónum
- senda út lønarseðlar
- viðlíkahalda markamót við aðrar loysnir, so sum Vaktætlan og Skúlaforskipan