Fyri at kunna lúka krøvini í SLA við stovnin er neyðugt at dagføra útgerð-ina á Landsneti leypandi. Dagføringin verður gjørd í sonevndum "servicevindeygum". Tvey sløg av servicevindeygum eru:
Vika | Tíðarbil | Tíðarbil er møguligt at gera viðíkahald |
---|---|---|
1 | 2 tímar | Týskvøld og fríggjakvøld frá kl. 17.30 - 19.30 |
2 | 2 tímar | Týskvøld og fríggjakvøld frá kl. 22.30 - 00.30 |
3 | 2 tímar | Týskvøld og fríggjakvøld frá kl. 17.30 - 19.30 |
4 | 5 tímar | Mikunátt frá kl. 00.00 - 05.00 |
5 | 2 tímar | Týskvøld frá kl. 22.30 - 00.30, tá 5 týsdagar eru í einum mánaði Fríggjakvøld frá kl. 22.30 - 00.30, tá 5 fríggjadagar eru í einum mánaði |
Í serligum førum (ad-hoc)
Umframt fastar tíðir, sum verða brúktar til umlegging, verður í undantaksføri eisini neyðugt at gera sonevnd ad-hoc ‘servicevindeygu’. Hesi verða kunnað um í góðari tíð, so stovnurin fær lagt sítt virksemi til rættis eftir hesum.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269