KT Skivan er supporteindin hjá KT Landsins og er opin kl. 8.00 - 16.00 gerandisdagar, fríggjadag tó til kl. 15.00. Starvsfólk svara á tlf.: 35 24 90. Um bráðfeingishjálp er neyðug uttanfyri arbeiðstíð, ber til at verða umstillaður til alarmtelefonina.
Telefon | Fjarsupport | KT skivan | @ |
---|---|---|---|
35 24 90 | TeamViewer | Helpdesk | ktskivan@gjaldstovan.fo |
Tað er týdningarmikið, at atgeingið til on-line tænasturnar í Landsnet, m.a. net-mappur og teldupost, er tøkt hjá øllum brúkarum í vanligari arbeiðstíð [1].
Hetta er eisini galdandi uttan fyri vanliga arbeiðstíð, t.v.s. í úrtíð, men í hesum tíðarskeiði kann brúkarin ikki vænta sama tænastustig í sambandi við feilrættingar. Nýtslutíðin á 99% er tó bæði galdandi í vanligari arbeiðstíð og í úrtíð.
Vanlig arbeiðstíð
Dagar | Tíðarskeið | Reaktiónstíðir [2] |
---|---|---|
mán - frí | 08:00 - 17:00 | ¼ tími |
mán - frí | 17:00 - 22:00 | ½ tími |
ley | 09:00 - 14:00 | ¼ tími |
Úrtíð
Dagar | Tíðarskeið | Reaktiónstíðir |
---|---|---|
mán - frí | 22:00 - 08:00 | 1 tími |
ley - mán | 14:00 - 08:00 | 1 tími |
[1] Vanlig arbeiðstíð er at skilja sum tíðarskeiðið, tá Landsnet kann væntast at verða brúkt við fullum funktionaliteti og vanligum tænastustøði, og tá flest samstundisbrúkarar brúka Landsnet.
[2] Talan er um mest loyvdu tíðina frá ein fráboðan við raðfesting 1 (kritisk) verður móttikin í KT Skivuni, til arbeiðið við at loysa trupulleikan er farið í gongd.
Allar fráboðanir um feilir og trupulleikar skulu beinast til KT Skivuna. KT Skivan raðfestir trupulleikar eftir hesum uppbýti:
Raðfesting | Frágreiðing |
---|---|
(1) Høg | Allir brúkarar á stovninum eru forðaðir atgongd til kritiskar Landsnettænastur, tvs., at KT undirstøðukervið ikki er tøkt fyri hesar brúkarar, ella at funkur sum eru kritiskar fyri virksemið á stovninum ikki er tøkt og harvið ávirkar framleiðsluna munandi í kritiskum støðum, t.d. í sambandi við serligar freistir so sum fíggjarlógararbeiði. Farið verður beinanvegin í gongd (sí reaktiónstíðir omanfyri) við at loysa trupulleikan, og arbeitt verður uttan íhald til uppgávan er loyst. Miðað verður eftir, at trupulleikin verður loystur innan 1 tíma í vanligari arbeiðstíð. |
(2) Miðal | Ein stórur bólkur av brúkarum hjá stovninum hava ikki atgongd til partar av Landsnettænastunum, tvs., at KT skipanirnar ikki eru tøkar fyri ávísar brúkarar/bólkar av brúkarum. Farið verður beinanvegin í gongd (sí reaktiónstíðir omanfyri) við at loysa trupulleikan. Miðað verður eftir, at trupulleikin verður loystur innan 1 dag. |
(3) Lág | Ávísir brúkarar ella ein minni bólkur av brúkarum eru forðaðir atgongd til partar av Landsnet-tænastunum, tvs., at KT skipanirnar ikki eru tøkar fyri hesar brúkarar, ella minni feilur/trupulleiki, sum ikki forðar skipanarrakstrinum, t.d. vantandi skjalfesting, eitt lítið broytingarynski ella ein prentarafeilur. Farið verður skjótast gjørligt í gongd við at loysa trupulleikan. Miðað verður eftir, at trupulleikin verður loystur innan 1 viku. |
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269