Talgildu Føroyar

27-12-2019

Talgildu Føroyar er verkætlan, sum er skipað á Gjaldstovuni, og sum skal seta í verk talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar.

Talgildu Føroyar hava til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skulu vera við til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleiðsluorku. Verkætlanin byrjaði í apríl 2015 og skal koyra fram til árslok 2020. Í løtuni starvast 10 starvsfólk hjá Talgildu Føroyum.

Høvðusátøkini í Talgildu Føroyum eru:

1) At menna ein talgildan samleika, so allir borgarar kunnu eyðmerkja seg trygt, tá ið teir brúka talgildar tænastur. Talgildi Samleikin verður klárur at taka í brúk í 2019.

2) At menna ein felags portal til talgildar tænastur. Ein felags inngongd skal gera tað lættari, skjótari og tryggari at røkka almennum talgildum tænastum. Tænastuportalurin verður tikin í nýtslu í 2019.

3) At tryggja eina skynsama nýtslu av grundardátum í føroyska samfelagnum við at gera tær tøkar, álítandi og ókeypis. Grundardátur eru grundleggjandi upplýsingar, ið verða brúktar av flest øllum almennum myndugleikum, borgarum og virkjum.

4) At seta á stovn ein standardiseraðan og tryggan pall, sum dátur verða samskiftar um. Heldin, sum er navnið á dátusamskiftispallinum, varð tikin í nýtslu í 2016. Heldin ger tað lætt og skjótt at knýta KT skipanir saman, samstundis sum trygdin er í hásæti.

Les meira á talgildu.fo.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified