Búskaparskipan landsins (BSL)

Lýsing av Búskaparskipan landsins

Trýst á myndina fyri at gera myndina virkna. Nøkur av skapunum hava leinki til nýggja útgreinandi mynd við fleiri skapum og frágreiðingum. Trýst á eitt tal á ovaru hálvu á eini mynd fyri at útgreina myndina. Trýst á tekstin á niðaru hálvu, fyri at fáa eina frágreiðing um viðkomandi skipan. Um trýst verður á ein bókstav, kemur ein møgulig frágreiðing um markamótið millum viðkomandi skipanir.

FSL-skipanin
FSL er ein stytting av Fíggjarstýringar Skipan Landsins.  FSL er tann skipanin sum allar roknskapardátur verða  samlaðar fyri at kunna skapa ein fullfíggjaðan almennan roknskap.
 
FSL-skipanin byggir á eina standardskipan frá Oracle og verður vanliga nevnd Oracle eBusiness Suite. Skipanin hevur nógv modulir, men FSL-skipanin ger bert brúk av 4 modulum, Høvuðs-bók, Debitor, Kreditor og anlegg.

Fyri at skipanin betur skal stuðla okkara tørvi, so eru eisini nakrar tillagingar mentar. 
 
Høvuðsbók
Høvuðsbók er tann parturin av skipanini har allar skrásetingar sum viðvíkja roknskapinum verða skrásettar. Fíggjarlógin verður skrásett sum játtanir
 
Fýra roknskapardømi eru í høvuðsbók.
 
Kontuætlanin
 
 
 
Viðmerkingar:
 
Fíggjarlógarroknskapardømi: Fíggjarlógin verður budgetterað á standardkontustøði. Ongar bókingar fara fram beinleiðis í Fíggjarlógar-roknskapardøminum. Bókingarnar verða konsolideraðar frá teimum undirliggjandi dømunum í hetta dømið.
 
Landskassaroknskapardømi: Her fer dagliga arbeiði “landskassans” fram, t.e. tað arbeiði, sum er á gjaldstovuni (skilt skal vera millum raksturin av sjálvum stovninum Føroya Gjaldstova og arbeiðið hjá gjaldstovuni) og teimum stovnum, sum eru knýttir at FSL-skipanini.  Teir stovnar / tað virksemi, ið ikki bóka / verður bókað í  egnum roknskapardømi, verður bókað í hesum roknskapardøminum. 

Kommunuavrokningardømi: Eitt roknskapardømi verður brúkt til at halda stýr á flytingum millum land og kommunur. Inntøkur hjá kommunum verða skrásettar sum skuld til kommunu, meðan útlegg sum landið ger vegna kommunur, verður skrásett sum áogn. Einaferð um mánaðin verður gjørt upp og avroknað til kommunurnar.

Kommunuroknskapardømi: Kommunur senda mánaðarliga sín rokn-skap til landið, sum skrásetir roknskapin í hesum døminum. Hetta dømi vísir tí tann samlaða kommunala roknskapin.

Debitor
Stovnar skráseta síni krøv í Debitor modulinum. Krøv sum verða skrá-sett kunnu vera gjald fyri tænastur, ella lógarásett krøv. Stovnar við serligum krøvum um kundarøkt og rykking kunnu fáa sína egnu debitor organisatión. Møguleiki er fyri at loysnin kann arbeiða saman við Gjaldsskipanini.

Kreditor

Rokningar frá veitarum verða skrásettar og goldnar umvegis kreditor-modulið. Útgjøld verða avgreidd dagliga. Rokningar í fremmandum valuta verða tó avgreidd vikuliga. Útgjøldini goldin í peningastovnin umvegis útgjaldsskipanin landsins.
 
Allar rokningar verða talgildar og knýttar til skrásetingina. Rokningar verða fyrst viðgjørdar í rokningaverkgongdarskipanini, áðrenn tær sjálvvirkandi verða skrásettar í Kreditor.

Anlegg

Fyri at fylgja ásetingum um skráseting av landsins ognum, so skulu ognir skrásetast í anlegg. Smb. roknskaparkunngerðini § 20.

Tillagingar

Tað eru seks partar av skipanini sum ikki eru partur av uppruna skip-anini.

Rokningaverkgongd
Allar rokningar frá veitarum verða talgiltar og handfarnar í Rokninga-verkgongdini. Talan er um eina skipan, sum tryggjar at rokningar altíð verða viðgjørdar av minst tveimum leiklutum, einum góðkennara og einum leysgevara. Skipanin kann viðgera innskannaðar rokningar og rokningar sendar sum OIOXML, sum tað almenna í danmark setti sum sín standard.

Búskett
Fíggjarlógin verður skapt í Búskett-skipanini. Arbeitt verður í umførum, har Fíggjarmálaráðið byrjar eitt umfar og sendir uppskot til játtanir til aðalráðini. Aðalráðini viðgera so hesar játtanir og melda aftur til Fíggjarmálaráðið.
 
Útgjald
Útgjaldsskipanin tekur ímóti útgjøldum frá fleiri almennum skipanum. Skipanin hevur eitt markamót við peningastovnarnar. Markamótið gevur møguleika til at simulera eina útgjaldskoyring har kannað verður um tøkur peningur er, um konti eru validar, p-tøl aktiv v.m.
 
Skipanir sum rinda út um útgjaldsskipanina eru m.a. skipanir hjá TAKS, Studna og Almannaverkinum.

FIGS
FIGS stendur fyri Felags InnGjalds Skipan. Hugskotið aftafyri hesa skipan er at kunna skráseta inngjøld til allar skipanir sum senda krøv til borgarar og virkir frá einum stað. Skipanin kann í dag skráseta inngjøld til Debitor, Vegskatt, Skatt og Lán. Eisini ber til at avgreiða inngjøld sum eru goldin ov nógv ella av misgávum eru goldin til Gjaldstovuna, og rinda hesi út um útgjaldsskipanina.
 
Skipanin hevur møguleika til at innlesa kontuavritini frá peningastovnum elektroniskt og tryggjar harvið at bankin altíð stemmar í bókhaldinum. 

Vegskattur
Skipanin verður brúkt til at skráseta og innkrevja vegskattakrøv. Vegskattur verður tilskrivaður tvær ferðir um árið. Skipanin kann senda krøv og rykkja umvegis Gjaldsskipanina hjá peningastovnunum. Um 25.000 akfør verða umsitin í skipanini.

Individ
Individ er ein skrá, sum er eitt avrit av landsfólkayvirlitinum og partafelagsskránni. Broytingar verða regluliga innlisnar so at skráin er dagførd. Kreditorar og Debitorar verða  upprættaðir og dagførdir við støði í hesari skrá.

Lønarskipanin
Í 2002 bleiv Felags Lønarskipanin hjá landinum sett í verk. Um hetta mundið vóru nógvar lønarskipanir, sum stovnar hvør í sínum lagi høvdu ment. Onkur nevndi talið 50. Eitt miðvíst átak at samla alla lønarumsiting í einari skipan varð gjørt. Úrslitið er tann lønarskipanin vit kenna í dag, har vit umsita 7.000 lønarmál.

Kennitekn fyri lønarskipanina eru:

  • Møguleiki er til at hava sítt egna lønarkontór í skipanini
  • Samskifti við fakfeløg og pensiónsfeløg er talgilt
  • Lønarseðlar verða avgreiddir umvegis Netmiðluna
Leiðslukunningarskipanin
Endamálið við skipanini er her og nú at sýna roknskapar-, fíggjar-ætlanardáturnar  og lønardátur úr Búskaparskipan landsins á lættan og atkomiligan hátt. Leiðslukunningarskipanin kann verða nýtt á búskaparligum-, politiskum, strategiskum og taktiskum stigi. Partvís eisini á operativum stigi.

Skipanin vísir dátur úr fleiri skipanum, men kjarnuskipanin her er eisini Høvuðsbók. Skipanin vísir roknskapardátur frá roknskapi til bókingar og til sjálvt skjalið. 


Roknskapargóðkenningarskipanin
Roknskapargóðkenningarskipanin, vanliga stytt RGS, er skipanin sum góðskutryggjar tann almenna roknskapin. 

Tann almenni roknskapurin er samansettur av fleiri smáum stovnsroknskapum.  Hesir skulu mánaðarliga góðkennast í RGS. Eru viðurskifti í roknskapinum sum kunnað eigur at vera um, skal hetta við upplýst í góðkenningini.

Roknskapir verða góðkendir á ymsum stigum. Deildarleiðarar góðkenna deildarroknskapir yvirfyri sínum stovnsleiðara, stovnsleiðarar góðkenna yvirfyri sínum aðalstjóra, og aðalstjórar góðkenna mótvegis Fíggjarmálaráðnum.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified