Gjaldstovan 75 ár
Týsdagin 1. apríl 2014 var móttøka á Gjaldstovuni, tá ið stovnurin hátíðarhelt sín 75 ára føðingardag. Nógv fólk komu á gátt og vit, starvsfólkini á Gjaldstovuni, høvdu ein sera góðan dag. Gjaldstovan takkar eisini mangar ferðir fyri allar heilsanirnar, stovnurin fekk á degnum
Kunningarskriv og talur hjá Leif Abrahamsen, stjóra á Gjaldstovuni:
- Gjaldstovan 75 ár, kjarnin í búskaparstýring landsins
- Gjaldstovan 75 ár, myndir og tala
- 75 ár og visión, myndirog tala
- Filmsbrot Í filmsbrotinum eru samrøður við Beintu Dam, lands-grannskoðara, Kára Petersen, starvsfólk á Gjaldstovuni, Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, Bárð á Steig Nielsen, formann í Løgtingsins fíggjarnevnd og Eyðun Mohr Hansen, stjóra í Almannaverkinum.