Persónsdátupolitikkur fyri appina Vaktin
Hesin persónsdátupolitikkur lýsir, hvussu Gjaldstovan viðger persónsupplýsingar í sambandi við nýtslu av appini Vaktin.
Dátuábyrgdari
Gjaldstovan mennir, eigur og rekur Vaktina. Tú kanst seta teg í samband við Gjaldstovuna í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum:
Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
160 Argir
Føroyar
+298 35 24 00
gjaldstovan@gjaldstovan.fo
Endamál við viðgerðini
Endamálið við Vaktini er at umsita og leggja til rættis arbeiðstíðir grundað á sáttmálar og galdandi avmarkingar.
Gjaldstovan hevur heimild at viðgera tínar persónsupplýsingar sambært Dátuverndarlógini:
Persónsupplýsingar
Vit kunnu viðgera vanligar persónsupplýsingar sum navn, teldupostadressu og telefonnummar, umframt IP adressu, upplýsingar um tóleindina og nýtsludátur.
Títt persónstal (P-tal) verður eisini viðgjørt.
Upplýsingar um yrkisfelagstilknýti kunnu verða viðgjørdar við tí endamáli at skipa arbeiðstíðir í samsvari við sáttmálar. Upplýsingar um løn og aðrar sáttmálaupplýsingar verða ikki viðgjørdar ella goymdar í Vaktini.
Lata øðrum persónsupplýsingar
Gjaldstovan letur bert persónsupplýsingar víðari, tá tað er neyðugt fyri raksturin av Vaktini.
Persónsupplýsingar kunnu verða latnar til arbeiðsgevarar og almennar myndugleikar, sum nýta Vaktina til skipan og umsiting av arbeiðstíðum.
Harumframt kunnu persónsupplýsingar verða viðgjørdar í sambandi við almennar fíggjar- og umsitingarskipanir, undir hesum Búskaparskipan Landsins.
Allir móttakarar viðgera persónsupplýsingar sambært galdandi dátuverndarlóggávu og viðkomandi dátuviðgerðaravtalum.
Goymsla
Persónsupplýsingar, sum verða viðgjørdar í sambandi við nýtslu av Vaktini, verða goymdar so leingi, sum tað er neyðugt fyri at røkja endamálið við skipanini, herundir umsiting, skjalfesting og lógarásettar skyldur.
Tíni rættindi
Sambært Dátuverndarlógini hevur tú eina røð av rættindum, sum verða lýst í kapitli 4:
Tú hevur t.d. rætt til at fáa innlit í tínar persónsupplýsingar, at fáa upplýsingar strikaðar, har Gjaldstovan ikki longur hevur eitt endamál ella heimilað grundarlag til at viðgera tær, og at fáa rættað tínar persónsupplýsingar, um tær eru skeivar.
Um tú hevur spurningar um tíni rættindi ella ynskir at gera tey galdandi, t.d. biðja um innlit, kanst tú seta teg í samband við Gjaldstovuna á dpo@gjaldstovan.fo ella á telefon +298 35 24 00.
Klagur
Sambært § 76 í Dátuverndarlógini hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum.
Um tú metir, at Gjaldstovan ikki viðger tínar persónsupplýsingar í samsvari við Dátuverndarlógina, kanst tú senda klagu til Dátueftirlitið.
Tú kanst seta teg í samband við Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon +298 30 91 00.
Skrivstovan hjá Dátueftirlitinum er opin gerandisdagar millum kl. 9:00 og 15:00.
Dátuverndarfólk
Gjaldstovan hevur tilnevnt eitt dátuverndarfólk (DPO). Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónsupplýsingum hjá Gjaldstovuni, kanst tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið á dpo@gjaldstovan.fo.
Tú kanst eisini senda eitt bræv til:
Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
FO-160 Argir
Føroyar
Attn: Dátuverndarfólk
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269