Um landsroknskapin

Hvønn fevnir roknskapurin um

Landsroknskapurin fevnir um allar landsstovnar, t.e. øll aðalráð, stovnar teirra, serligar grunnar o.a., og harumframt eisini sjálvsognarstovnar, sum eru á játtanarlóg javnbjóðis teimum veruligu landsstovnunum.

Landsroknskapurin skal í uppsetingini fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri tað árið, talan er um, og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins fyri farna fíggjarár, aktiv og passiv landsins og broytingarnar hesum viðvíkjandi í árinum.

Partafeløg o.t., sum landið eigur, verða bert tikin við undir ogn. Partabrøvini eru tikin við í roknskapin til keypsvirðið.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified