FSL skrásetingareind

Fyri at fáa atgongd til FSL skipanina er neyðugt fyrst at stovna eina skrásetingareind, og er hetta endamálið við hesum oyðublaði.

Í samráð við Gjaldstovuna ásetir stovnsleiðarin, hvørji stovnsnummur skrásetingareindin skal fevna um. Í flestu førum fevnir skrásetingareindin um tey stovnsnummur, stovnsleiðarin umsitur.

Er talan um eitt stórt roknskaparøki, kann skrásetingareindin fevna um færri stovnsnummur enn tey, stovnsleiðarin umsitur.

Hevur t.d. eitt aðalstýri samskipað skrásetingaruppgávuna, kann skrásetingareindin fevna um stovnsnummur hjá fleiri stovnsleiðarum. Ì hesum føri skulu allir stovnsleiðarar vátta stovnanina av skrásetingareindini.

EK Heiti Snið
​101.2  Upprættan av miðfirraðari skrásetingareind í FSL skipanini​
EK011-4.pdf

​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified