Ársfundur 2024 í Landsneti

Ársfundurin í Landsneti verður á Hotel Hilton, fríggjadagin 31. mai 2024. Tiltakið fyri innbodnum byrjar kl. 11.15 og sjálvur fundurin verður settur kl. 12.00.

Bergur Hansen, formaður í brúkararáðnum, ber fram formansfrágreiðingina fyri árið, ið fór, og Birgir av Steinum, leiðari í KT Landsins, leggur fram, hvørjar ætlanir liggja fyri framman hjá Landsneti.

Vitlíki setur dagsskránna. Tóri Slættalíð, frá Framskák, greiðir m.a. frá hvussu vit kunnu brúka tøknina í okkara arbeiði. Granskarin, Mikkel Flyverbom, tosar m.a. um ávirkanina vitlíki hevur á trúvirði og álit.

Les meira um ársfundin

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified