Útreiðslur og inntøkur - Land og kommunur

 

Viðmerking til inntøku- og útreiðsluhugtøkini, sum verða brúkt í uppgerðini 

Talan er um veruligar búskaparligar inntøkur og útreiðslur. 

Fluttar verða okkurt um 2 milliardir millum almennu kassarnar, sum ikki eru veruligar búskaparligar (realøkonomiskar) inntøkur og útreiðslur. Skulu skilagóðar greiningar gerast av inntøku- og útreiðslugongdini fyri almenna búskapin, er neyðugt at taka hesi tølini burturúr. Tí samsvara tølini ikki við fíggjarlógirnar. Tølini siga nakað um, hvussu nógvar pengar vit veruliga krevja inn, og hvussu nógv vit brúka í teimum ymsu geirunum. 

Tølini eru reinsað fyri inntøkur og útreiðslur av játtanarligum slagi, har pengar verða fluttir millum 

  • stovnar
  • land og kommunur
  • kommunur
  • land og grunnar

 av játtanarligum endamáli. 

Flytingar av játtanarligum endamáli koma av, at pengar verða kravdir inn í einum kassa og brúktir í einum øðrum. Hesar eru ikki veruligar búskaparligar flytingar. Sæð fyri almenna búskapin sum heild er hetta innanhýsis flytingar fyri at fáa pengarnar at passa í ymsu kassunum. Tí eru hesar flytingarnar tiknar burturúr í hesi uppgerðini. Talan er um útilokan av flytingum, sum fara fram á Standardkontunum  71, 72, 73, 74, 76, 77, 78 og 79. 

Sjálvur játtanarroknskapurin, tað sum kann samanberast við fíggjarlógina, er at finna í Roknskapargrunni landsins, ovast í høgra horni undir Almennir roknskapir. 

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Gjaldstovuni er at hava stýr á, hvat eru veruligar búskaparligar flytingar og hvat eru ikki veruligar búskaparligar flytingar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified