Lønin altíð beint við hondina

Nú kunnu starvsfólk hjá landinum og eldra-samstørvum fáa eitt greiðari yvirlit yvir lønina. Gjaldstovan er farin á Vangan, og har eru allar tínar lønarupplýsingar.

Á Vanganum ber til at síggja yvirlit yvir: Seinastu lønir, ta løn, tú hevur fingið frá almennum stovnum og eldrasamstørvum, upplýsingar um setan, sáttmála, lønarstig, fakfelag, feriu og annað, árligu útgjøldini, har tú kann bera tey saman.

Tænastan verður dagførd sjálvvirkandi, so starvsfólk altíð hava atgongd til nýggjastu lønartølini – hetta er meira enn bara lønarseðilin, sum verður sendur í Mínboks.

Les um tína løn

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified