Riðil - Viðgerð av persónsupplýsingum

15-06-2026

 

Persónsdátupolitikkur fyri appina Riðil

Hesin persónsdátupolitikkur lýsir, hvussu Gjaldstovan viðger persónsupplýsingar í sambandi við nýtslu av appini Riðil.

 

Dátuábyrgdari

Gjaldstovan mennir, eigur og rekur Riðil. Tú kanst seta teg í samband við Gjaldstovuna í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum:

            Gjaldstovan
            Kvíggjartún 1
            160 Argir
            Føroyar
            +298 35 24 00
            gjaldstovan@gjaldstovan.fo


Endamál við viðgerðini
Endamálið við Riðli er at umsita og leggja til rættis arbeiðstíðir grundað á sáttmálar og galdandi avmarkingar.

Gjaldstovan hevur heimild at viðgera tínar persónsupplýsingar sambært Dátuverndarlógini:

  • Løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónsupplýsingum § 8, stk. 1, 3)
    • Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.
  • Løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum § 16, stk. 1)
    • Almennir myndugleikar kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar.

 

Persónsupplýsingar

Vit kunnu viðgera vanligar persónsupplýsingar sum navn, teldupostadressu og telefonnummar, umframt IP adressu, upplýsingar um tóleindina og nýtsludátur.

Títt persónstal (P-tal) verður eisini viðgjørt.

Upplýsingar um yrkisfelagstilknýti kunnu verða viðgjørdar við tí endamáli at skipa arbeiðstíðir í samsvari við sáttmálar. Upplýsingar um løn og aðrar sáttmálaupplýsingar verða ikki viðgjørdar ella goymdar í Riðli.

 

Lata øðrum persónsupplýsingar

Gjaldstovan letur bert persónsupplýsingar víðari, tá tað er neyðugt fyri raksturin av Riðli.

Persónsupplýsingar kunnu verða latnar til arbeiðsgevarar og almennar myndugleikar, sum nýta Riðil til skipan og umsiting av arbeiðstíðum.

Harumframt kunnu persónsupplýsingar verða viðgjørdar í sambandi við almennar fíggjar- og umsitingarskipanir, undir hesum Búskaparskipan Landsins.

Allir móttakarar viðgera persónsupplýsingar sambært galdandi dátuverndarlóggávu og viðkomandi dátuviðgerðaravtalum.

 

Goymsla

Persónsupplýsingar, sum verða viðgjørdar í sambandi við nýtslu av Riðli, verða goymdar so leingi, sum tað er neyðugt fyri at røkja endamálið við skipanini, herundir umsiting, skjalfesting og lógarásettar skyldur.

 

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini hevur tú eina røð av rættindum, sum verða lýst í kapitli 4:

  • Rætturin til kunning (§§ 23–25)
  • Rætturin til innlit (§ 26)
  • Rætturin til rætting (§ 27)
  • Rætturin til strikan (§ 28)
  • Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
  • Rætturin til dátuflutning (§ 31)
  • Rætturin til mótmæli (§§ 32–34)
  • Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á sjálvvirkna viðgerð

Tú hevur t.d. rætt til at fáa innlit í tínar persónsupplýsingar, at fáa upplýsingar strikaðar, har Gjaldstovan ikki longur hevur eitt endamál ella heimilað grundarlag til at viðgera tær, og at fáa rættað tínar persónsupplýsingar, um tær eru skeivar.

Um tú hevur spurningar um tíni rættindi ella ynskir at gera tey galdandi, t.d. biðja um innlit, kanst tú seta teg í samband við Gjaldstovuna á dpo@gjaldstovan.fo ella á telefon +298 35 24 00.

 

Klagur

Sambært § 76 í Dátuverndarlógini hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum.

Um tú metir, at Gjaldstovan ikki viðger tínar persónsupplýsingar í samsvari við Dátuverndarlógina, kanst tú senda klagu til Dátueftirlitið.

Tú kanst seta teg í samband við Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon +298 30 91 00.

Skrivstovan hjá Dátueftirlitinum er opin gerandisdagar millum kl. 9:00 og 15:00.

 

Dátuverndarfólk

Gjaldstovan hevur tilnevnt eitt dátuverndarfólk (DPO). Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónsupplýsingum hjá Gjaldstovuni, kanst tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið á dpo@gjaldstovan.fo.

Tú kanst eisini senda eitt bræv til:

            Gjaldstovan
            Kvíggjartún 1
            FO-160 Argir
            Føroyar
            Attn: Dátuverndarfólk

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269