Nær | Eftir avtalu |
---|---|
Hvar | í Albert Hall, 2. hædd, Krónan |
Kostnaður | 1.000 kr. |
Seinasta freist | Eingin |
Endamálið er
at fáa fatan av
Innihald
Skeiðið kann síggjast sum framhald av, og í samspæli við, skeiðini um at skipa innanhýsiseftirlit og kenna roknskaparkunngerðina fyri kommunur.
Fyrst verður skapt yvirlit yvir roknskaparrundskrivið og roknskaparkunn-gerðina hjá kommunum. Síðan verður arbeitt við at gjøgnumganga roknskaparuppgávur í eini kommunu – hvør tørvur er á mannagongdum og ábyrgdarbýti. Hugt verður eftir, hvussu ein roknskaparreglugerð kann verða orðað.
Skeiðið er ætlað
starvsfólki og leiðarum, sum arbeiða við roknskaparreglugerðum. Í mesta lagi 6 fólk vera á hvørjum skeiði. Skeiðið er skraddaraseymað, soleiðis at vikið kann verða frá hesi lýsing um neyðugt.
Forkunnleiki
Eingin, men roknað verður við, at luttakarar hava lisið roknskapar-kunngerðina hjá kommunum, t.e. kunngerð nr. 89 frá 15. oktober 2008 og roknskaparrundskrivið frá 2001.
Kekklisti
Kekklisti er tøkur her.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269