Lær at gera roknskaparreglugerð til lítla kommunu

23-02-2020
Nær Eftir avtlau
​Hvar í Fíggjarmálaráðnum, 1. hædd                
​Kostnaður 1.000 kr.


Endamálið er

at fáa fatan av

  • at greina tað, sum er týdningarmikið
  • at gera mannagongdir og greitt ábyrgdarbýti


Innihald
Skeiðið kann síggjast sum framhald av, og í samspæli við, skeiðini um at skipa innanhýsiseftirlit og kenna roknskaparkunngerðina fyri kommunur.

Fyrst verður skapt yvirlit yvir roknskaparrundskrivið og roknskaparkunn-gerðina hjá kommunum. Síðan verður arbeitt við at gjøgnumganga roknskaparuppgávur í eini kommunu – hvør tørvur er á mannagongdum og ábyrgdarbýti. Hugt verður eftir, hvussu ein roknskaparreglugerð kann verða orðað. 
 
Skeiðið er ætlað
starvsfólki og leiðarum, sum arbeiða við roknskaparreglugerðum. Í mesta lagi 6 fólk vera á hvørjum skeiði. Skeiðið er skraddaraseymað, soleiðis at vikið kann verða frá hesi lýsing um neyðugt. 

Forkunnleiki
Eingin, men roknað verður við, at luttakarar hava lisið roknskapar-kunngerðina hjá kommunum (Kunngerð nr. 89 frá 15. oktober 2008) og roknskaparrundskrivið frá 2001.

Kekklisti gj-skeid-kommunureglugerd-kekklisti.pdf

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269