Word

06-09-2021
Nær
3. desember 2021, kl. 9.00 - 12.00
Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.800 kr.
Seinasta freist 22. november 2021, kl. 12.00
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
Undirvísari
Ása Andreasen
   
   
Kom og lær tær snildu funkurnar í Word upp á 3 tímar

 

Uppá ½ dag kann tú læra eina røð av snildum funkum, sum gera arbeiðsdagin hjá tær lættari og stuttligari. Tí tað kann vera rættiliga ørkymlandi at vita, at tað finnast snildari mátar at gera arbeiði uppá.

  • Brúkar tú Word dagliga ?
  • Er tað kanska fleiri “Word’ útgávur síðan, tú hevur verið á skeið ? Og veit tú, at nógvar funkur, kunnu gera arbeiði hjá tær lættari ?
  • Eisini nýggjar funkur, sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra ?

Tú fert at kenna nógvar funkur, sum tú ikki visti vóru til. Eitt nú um tú arbeiðir við stórum skjølum, hvussu tú lætt innsetur eina forsíðu og eitt innihaldsyvirlit. Um tú skrivar fleiri reglubrot við yvirskrift, hvussu koma hesar inn í innihaldsyvirltið ? Hvussu kanst tú stovna autotekst og finna skjøl aftur, sum tú hevur gloymt at goyma ?

Og mangt mangt annað.

Innihald
Tú lærir at

  • fáa fulla nyttu burturúr amboðslinjuni
  • skipa rondina (båndet/ribbon) til tín tørv
  • finna tíni skjøl aftur, sum tú gloymdi at goyma
  • brúka skermklipp - snildi avloysarin hjá print screen
  • brúka skabelónir
  • brúka formatpensilin
  • brúka standardtekstir
  • senda teldupost til nógv fólk í senn við ymiskum boðum
  • brúka samanhangin millum typografi’ir og innihaldsyvirlit
  • seta eina forsíðu inn
  • samanbera tvey skjøl. T.d. tá starvsfelagin hevur rættað eitt skriv, uttan at viðmerkja hvar, hvar hann ella hon hevur gjørt broytingar.
Skeiðið er ætlað
teimum sum vilja læra allar tær snildu funkurnar í Word, sum tú vanliga ikki leggur til merkis, hóast tær eru har. Funkur, sum eisini royndir brúkarar ikki vita eru til.

Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269